Fyrireika MR-skannaran í Klaksvík til bróstkanningar

Fyrireika MR-skannaran í Klaksvík til bróstkanningar
Væntandi verður klárt at skanna eftir summarfrítíðina í ár, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
MR -skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal eisini skanna bróst.
 
12.02.2026 - 11:10

Enn vera MR-skanningar av brósti ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Men í januar ár er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk í Klaksvík.

Væntandi verður klárt at skanna eftir summarfrítíðina í ár.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Hon sigur, at MR-skanningar kunnu ikki koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða brúktar sum ískoyti til mammografi.

Ongar ætlanir eru at keypa nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið í bræði, sigur landsstýriskvinna.

Í løtuni verður tann gamli, hann er 13 ár, 1,5 Tesla MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum dagførdur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723