Kringvarpið vísir Melodi Grand Prix 2026

Um KVF›Tíðindi
Kringvarpið vísir Melodi Grand Prix 2026
Høvi verður at fylgja Sissal Jóhonnu í Kringvarpinum aftur í ár
Føroyska Sissal verður enn eina ferð við í Melodi Grand Prix, sum verður 14. februar 2026
Mynd: Lola Pæx  
 
13-02-2026

Í annaðkvøld verður Danskt Melodi Grand Prix 2026 hildið í Arena Nord í Frederikshavn. Í Føroyum ber til at fylgja kappingini beinleiðis í Kringvarpi Føroya klokkan 19.00, bæði í sjónvarpinum og á kvf.fo. 

Serligur áhugi er fyri føroysku Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum er millum tey átta listafólkini, ið kappast í stóru tónleikakappingini. Hoyr sangin 'Infinity' hjá Sissal her.

LES EISINI: Sissal aftur við í donskum grand prix 


Sissal luttekur í ár við sanginum 'Infinity'. (Mynd: Anne Sofie Pathuel)

Átta listafólk fara á pall við hvør sínum sangi, og vinnarin skal umboða Danmark í Eurovision, sum verður í Wien í Eysturríki í mai. Enn er einki avgjørt um, hvør fer at vinna. Tó hava veddingarfyritøkurnar longu gjørt sínar metingar, og har verður Sissal Jóhanna mett sum ein av teimum heilt stóru favorittunum. 

LES EISINI: Sissal er klár til leygarkvøldið 


Sara Bro og Alex Høgh Andersen eru vertir fyri ársins Melodi Grand Prix (Mynd: Agnete Schlichtkrull)

Vertir hetta kvøldið eru Sara Bro og Alex Høgh Andersen. Tey fara at leiða hyggjararnar gjøgnum eitt kvøld við góðum framførslum og tónleiki, áðrenn vinnarin av Danska Melodi Grand Prix 2026 verður funnin.

Soleiðis kanst tú atkvøða
Um tú ynskir at geva Sissal tína atkvøðu, mást tú tryggja tær, at tú hevur tøkan pening á kontuni. Talan er um yvirtakserað nummar, og kappingin er ikki fevnd av vanligum haldi. Tað merkir, at gjald verður kravt fyri hvørja atkvøðu.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846

Um kvf css