Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur

Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Hann hevur verið 11 ár í landspolitikki og átta ár í kommunupolitikki
Magnus Rasmussen sigur, at hann er mettur av politikki, og stillar ikki uppaftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2026 - 12:57

Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur til komandi løgtingsval, og tá gevst hann tí í politikki.

Tað váttar løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin í samrøðu við Norðlýsið.

Magnus Rasmussen hevur verið 11 ár í landspolitikki og átta ár í kommunupolitikki.

- Eg eri mettur av politikki, og tíðin er búgvin at gevast, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið.

Sambært tingmanninum er avgerðin tikin fyri tíð síðani.

Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 fekk Magnus Rasmussen 712 atkvøður, hann fekk næstflestar atkvøður á listanum hjá Sambandsflokkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485