Uni Debess er farin undir eina stóra verkætlan, sum ætlandi fevnir um heilar tríggjar tónleikaútgávur.
Ein er við nýggjum løgum, ið eru sett til yrkingar hjá langabbanum, Nyholm Debess.
Hann var føddur í 1882 í Havn. Sekstan ára gamal fór hann í 1898 yvir til Bergen í rørleggjaralæru, og tá hann í 1904 kom heim aftur til Havnar, bar hann við sær minnið um felagsskap og samanhald millum ungdóm í Noregi.
Nyholm Debess var samfelagsáhugaður maður, sum drúgt áramál røkti politiskt starv bæði sum býráðslimur í Havn og sum løgtingsmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Nyholm Debess var eisini yrkjari og týðari, skrivar Árni Dahl í Bókmentasøga I-III
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Fyri 20 árum síðani, í 2006, læt Uni frá sær fløguna Gangi eg. Og nú kemur aftur ein útgáva við nýggjum løgum, ið verða sett til yrkingar eftir langabban.
- Tað er áhugavert at síggja, hvussu hann skrivaði, og hvørjar vendingar, hann brúkti, sigur Uni Debess.
Onnur útgáva er við løgum hjá pápa Una, Per Debess. Hetta er ein kensluborin tilgongd, ásannar Uni, sum bara var 23 ára gamal, tá pápin doyði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Hann minnist enn sera væl løtuna, tá pápin stóð við vindeygað og segði, at hann var keddur av, at hann var dottin av í svinginum soleiðis.
Henda løtan og samveran við pápan verða lýst í nýggjum sangi, ið verður spældur beinleiðis úr Studio 5.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Triðja útgávan er við spildurnýggjum, føroyskum tónleiki, sum Uni Debess sjálvur hevur gjørt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Saman við Una í Studio 5 eru Edvard Nyholm Debess á bassinum, og Finnur Hansen situr við klaverið.
1796388