Breddin: Pensjónsaldur, Suðuroyartunnil og bústaðarmarknaðurin

Breddin: Pensjónsaldur, Suðuroyartunnil og bústaðarmarknaðurin
Viðmerkjarar greina politisku støðuna eftir tingfundin í gjár, og vit hyggja eisini at greiningini hjá Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin
Háspenningar var í tinginum allan gjár, tá hækkaður pensjónsaldur og Suðuroyartunnilin vóru til aðru viðgerð. Bæði málini vóru samtykt, men hvussu verður, tá tey koma til endaliga viðgerð í morgin?
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2026 - 09:36

Lagnudagur var í løgtinginum í gjár.

Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin. 

Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja nærri at degnum á tingi í gjár, og meta um, um vit kunnu vænta, at málini verða endaliga samtykt í morgin. 

 

Bústaðarmarknaðurin

Í gjár var eisini ein frágreiðing frá greiningarfyritøkuni Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin løgd fram.

Skulu vit hava nóg mikið av bústøðum í hóskandi stødd við hóskandi prísi, ja, so má annað skinn takast um bak, ikki bara hjá landsstýrinum, men eisini hjá kommunum, Bústøðum og góðkennandi myndugleikum.

Vit hyggja at frágreiðingini í seinna parti av sendingini. 

Breddin klokkan 10

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327