Størri búskaparvøkstur enn mett

Størri búskaparvøkstur enn mett
Metingin av búskaparvøkstrinum fyri í fjør er hækkað munandi í Várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum eisini finst at landi og kommunum fyri at hava hall í bestu tíðum
 
02.03.2026 - 14:10

Seinrapartin í dag hevur Búskaparráðið almannakunngjørt Várfrágreiðingina, sum skal vísa búskaparligu konjukturgongdina í Føroyum.

Sambært frágreiðingini gongur væl í føroyska búsapinum. Vøksturin í leypandi prísum í fjør var mettur til 2,0 prosent í heystfrágreiðingini. Men nú er vøksturin fyri 2025 mettur til 5,8 prosent. Metingin fyri í ár er 6,2 prosent, sum er at kalla óbroytt.

Størri búskaparvøkstur enn væntað
Búskaparligu vísitølii eru positiv, og tað er fyrst og fremst privata nýtslan og útflutningurin, sum toga vøksturin upp í 2026, sigur Búskaparráðið.

Fyri pelagiska fiskiskapin væntast betri prísir í 2026 og kvotuniðurskurð á makreli og svartkjafi. Harafturat væntast ein bæði í nøgd og prísi á laksi, sum tilsamans merkir, at útflutningsvirðið skal hækka.

Hall í almenna geiranum í bestu tíðum
Landskassin hevur væntandi eitt hall á umleið 50 milliónir krónur í fjør. Tað er frægari enn 390 milliónir krónur í halli, sum áður mett. Orsøkin til betraða úrslitið er, at raksturin er betraður. Kommunurnar fara væntandi eisini at hava hall.

Búskaparráðið finst at bæði landi og kommunum fyri at hava hall í bestu tíðum. Um almennar útreiðslur til rakstur og íløgur hækka í góðum tíðum, so er tað við til t gera búskapin yvirhitaðan. Og tað rindar alt samfelagið fyri við hægri prísum.

Tað er bráðneyðugt at fáa búskapin hjá tí almenna at hanga saman búskaparliga nú og í framtíðini, men politiski myndugleikin er sera trekur at gera tær nýskipanir og sparingar, ið skula til, sigur Búskaparráðið m.a. í Várfrágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233