Manslandsliðið fer ikki til Dubai

Manslandsliðið fer ikki til Dubai
Aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum boðar í tíðindunum á døgurða frá, at sum støðan er í løtuni verður ongin landsliðstúrur til Dubai
Landsliðið, sum byrjaði inni móti Kroatia
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
02.03.2026 - 13:06

Kríggið í og rundanum um Iran rakar nú manslandsliðið í fótbólti, sum eftir ætlan skuldi á landsliðsferð til Dubai seinni í hesum mánaðinum. Iran hevur framt álop at málum í júst Dubai seinastu dagarnar.

- Sum støðan er í løtuni, so fer landsliðið ikki til Dubai, sigur Kristian Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Føroyar skulu spæla móti Singapor og Emirríkunum. Fyrri dysturin verður hósdagin 26. mars og seinni venjingardysturin verður spældur mánadagin 30. mars. Arbeitt verður nú við at flyta dystirnar til eitt nú Evropa. Aðalskrivarin nevnir eisini, at tað kann henda at tað verður onnur mótstøða, sum Føroyar møta, men landsliðið skal spæla tveir dystir.

- Hetta eru týðandi dystir í fyrireikingunum hjá okkum til komandi kapping. Føroyar koma at spæla tveir dystir í landsliðsvindeyganum í mars mánaði, sigur Kristin Dam Ziska.

Føroyar hava bundið seg til at spæla tíggju manslandsdystir um árið. Hetta er ein partur av sjónvarpsavtaluni, sum er ein av høvðusinntøkunum hjá Fótbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037