Færri nýggj akfør í ár

Færri nýggj akfør í ár
1. mars hevði Akstovan skrásett tilsamans 66 nýggjar persónbilar, men somu tíð í fjør vóru teir 94
Færri nýggir persónbilar eru skrásettir í ár.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
04.03.2026 - 14:56

Higartil í ár eru skrásett tilsamans 142 nýggj akfør, níggju færri enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni.

Tað eru sløk seks prosent minni enn í fjør.

1. mars hevði Akstovan skrásett tilsamans 66 nýggjar persónbilar, men somu tíð í fjør vóru teir 94. 

Í februar vóru skrásett 85 nýggj akfør, 20 færri enn i februar í fjør. Av teimum vóru 45 persónbilar, 25 færri enn í februar í fjør. 

Hinvegin eru fleiri brúkt akfør skrásett í ár. Tey vóru 38, fimm fleiri enn somu tíð í fjør. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952