SÍ tryggjaði sær finalufyrimunin

SÍ tryggjaði sær finalufyrimunin
SÍ vann á Mjølni í síðsta dystinum í bestu flogbóltsdeildini við monnum. Sørvingar yvirhálaðu av tí sama klaksvíkingar, tryggjaðu sær fyrsta plássið og finalufyrimunin
09.03.2026 - 17:42

SÍ vann 3-0 á Mjølni í síðsta umfari í bestu flogbóltsdeildini við monnum og fór avstað við fyrsta plássinum.

Hetta merkir samstundis, at sørvingar fáa heimavøll í fyrstu finaluni og fyrimunin av heimavølli í eini møguligari 3. finalu um føroyameistaraheitið.

Bæði fyrsta og annað sett vóru jøvn frá byrjan, men so líðandi vann útiliðið sær eina leiðslu, sum klaksvíkingar ikki kláraðu at taka aftur.

Triðja sett var spennandi. Mjølnir var aftanfyri, men bardi seg upp á 24-24 og yvirlivdi harafturat tveir settbóltar. 

Men so gekk ikki longur. Blokkurin hjá SÍ avgjørdi stigið, settið og dystin, og sørvingar tók fyrsta plássið í deildini.

SÍ og Mjølnir bresta saman í FM-finalunum hjá monnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358