- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! 2026: Føroyskur poppur og punkur og estiskur fólkatónleikur

Duo Ruut (ES)
Fólkatónleikur er av álvara vorðin inn aftur, tí í Estlandi gera Duo Ruut tað, ið Kalas gera her heima. Tær gera fólkatónleik kul og sexy aftur.
Talan er um tvær ungar kvinnur, sum á serligan hátt nærum eru flættaðar fullkomiliga saman sum tónleikaligir siamesiskir tvíburar, skrivar G! í tíðindaskrivi.
Tær báðar, Ann-Lisett Rebane og Katariina Kivi, standa ella sita og spæla upp á eina og somu kannel, ið er líkt eini hørpu og eisini verður lýst sum ein finskur sitar.
Tær megna at fáa so mikið av ljóði burtur úr streingja ljóðførinum, at tað ljósar sum eitt heilt orkestur. Og tær syngja so væl saman, at tú hoyrir ikki hvar onnur byrjar og hin endar.
Tónleikurin er grundaður í estiskum upprunatónleiki, men ljóðið er modernað.
Sakaris (FO)
G! festivalurin kunngjørdi eisini í dag, at Sakaris verður á skránni í ár.
"Eingin er sum Sakaris. Lagsmiðurin, framleiðarin og upptraðkarin," skrivaði G! í tíðindaskrivinum.
Sakaris hevur millum ár og dag spýtt eina poppperlu fyri og aðrar eftir út í verðina, og tað er gjørt við undirspældum og skemtiligum sjálvsspeisemi.
Hóast hetta, so býr ein av okkara bestu lagsmiðu og framleiðarum aftanfyri seisemi. Tað liggur nærmast í ílegunum hjá Sakarisi, sum er songur Martin Joensen.
G! lovar, at hóast Sakaris javnan hevur spælt á festivalinum, so verður tað í ár við einum nógv størri størri bólki enn vit eru von við. Sum hann sjálvur lýsir tað, so verður tað við skítfullari manning.
Sakaris er eisini úti við nýggjari singlu.
Joe & the Shitboys (FO)
Tað vakti ans, tá Iggy Pop dagaði fram á sjónvarpsskíggjanum til FMA 2026 og fagnaði Joe & the Shitboys, tá boysarnir fingu handað Ársins tónleikaútflutningsvirðisløn.
Í roynd og veru, so sigur Iggy Pop í einum poddvarpi fyri og øðrum eftir, at Joe & The Shitboys er millum bestu bólkar í heiminum beint nú.
Fyri boysarnar er tað størsti heiður, ið teir kunnu fáa. Iggy Pop er tað fyri punktónleikin, ið Elvis var fyri rokk'n'roll-tónleikin, og tað, ið The Beatles var fyri poppin.
G! kunngerð nú, at shitboysararnir vera á ársins útgávu av festivalinum. Men rætt skal vera rætt, ger G! festivalurin vart við, at tey vistu alt hettar um Joe & the Shiboyst, áðrenn Iggy Pop fann út av tí.
Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16.-18. juli
Higartil kunngjørd tónleikanøvn:
Clickhaze (FO)
Oliver Tree (US)
Frændur (FO)
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Moyka (NO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Jerub (UK)
Sakaris (FO)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Marianna Winter (FO)
Tunghoyrt (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Bolstad (FO)
Duo Ruut (ES)

























