Tey flestu vilja hava Stoltenberg

Tey flestu vilja hava Stoltenberg
Kanningar í Noregi vísa, at 52 prosent av teimum spurdu styðja Stoltenberg, og 31 prosent vilja hava hann at leggja frá sær
Hóast hvassar atfinningar eftir hendingarnar 22. juli í fjør, er Jens Stoltenberg, forsætisáðharri, framvegis væl umtóktur í Noregi.

15.08.2012 - 10:24

Hóast fleiri norskir miðlar og politikarar hava kravt, at Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, leggur frá sær, eftir frágreiðingina um yvirgangsálopið 22. juli í fjør, so styðja norsku veljararnir framvegis Stoltenberg.

Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at tríggjar kanningar vísa, at meirilutin av norska fólkinum vil hava Stoltenberg at vera sitandi sum forsætisráðharri. Blaðið VG, sum í oddagrein mælti Stoltenberg at leggja frá sær, hevur gjørt eina av kanningunum.

Og úrslitið er greitt: 52 prosent av teimum spurdu styðja Stoltenberg, meðan 31 prosent siga at hann eigur at leggja frá sær.

NRK-kanning størri meiriluta

Í eini kanning, sum norska kringvarpið hevur gjørt, fær forsætisráðharrin stuðul frá 72 prosentum av fólkinum, meðan 21 prosent vilja hava hann frá.

Ein valgranskari sigur, at úrslitið vísir, at tey, sum ætla at atkvøða fyri Stoltenberg, framvegis fara at gera tað, meðan tey, sum ætla at velja borgarligu flokkarnar, framvegis gera tað. So talan er ikki um nakra broyting í norskum politikki, sigur valgranskarin, Frank Aarebrot.

Jens Stoltenberg sigur við NRK, at undirtøkan er tekin um, at fólk taka undir við tí arbeiði, sum nú skal gerast, fyri at gera Noreg eitt tryggari land at liva í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843