Løgtingsvalið: Bara ein borgarstjóri stillar upp

Løgtingsvalið: Bara ein borgarstjóri stillar upp
Bara ein borgarstjóri stillar upp á løgtingsvalinum hesaferð
Allir 29 borgarstjórarnir í Kommunufelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
15.03.2026 - 14:31

Bara ein borgarstjóri stillar upp á løgtingsvalinum hesaferð.

Tað er Ólavur Fríði Nybo, sum er borgarstjóri í Kunoyar kommunu. Hann stillar upp fyri Javnaðarflokkin.

Hetta er merkisvert, tí fyrr hevur tað verið vanligt, at nógvir borgarstórjar royndu at sleppa í Løgtingið.

Tað skriva valurslit.fo.

Í 2015 stillaðu 14 borgarstjórar upp, og í 2019 stillaðu 11 borgarstjórar upp.

Á løgtingsvalinum í 2022 vóru teir hinvegin bara tríggi, og hesaferð er tað bara ein borgarstjóri, sum bjóðar seg fram sum valevni.

Á seinastu fimm løgtingsvalunum hava sitandi borgarstjórarnir á Tvøroyri, á Sandi, í Havn og í Vestmanna stillað upp fýra ferðir, skriva valurslit.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423