Tríggir stilla upp fyri 12. ferð

bannari
Tríggir stilla upp fyri 12. ferð
Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen stilla hesa ferð allir upp fyri Fólkaflokkin
Løgtingsvalið verður 26. mars.
 
17.03.2026 - 08:04

Teir tríggir - Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen - eru tey valevnini til løgtingsvalið hesa ferð, sum hava stillað oftast upp. Hetta er 12. ferð, at teir stilla upp til løgtingsval.

Fyri fyrstu ferð eru teir á sama lista. Teir stilla allir upp fyri Fólkaflokkin, skriva valurslit.fo

Jacob Vestergaard stillaði fyrstu ferð upp fyri 42 árum síðan. Í 1984 stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin í Suðuroyar valdømi.

Jørgen Niclasen stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 1988 í Vága valdømi. Hann hevur stillað upp á hvørjum løgtingsvali síðani. Hann var fyrstu ferð valdur á løgtingsvalinum í 1994, men hevði frammanundan onkutíð havt sæti í tinginum sum varamaður.

 

 

Bill var í Kristiliga fólkaflokkinum

Bill Justinussen stillaði upp fyrstu ferð í 1988 fyri Kristiliga fólkaflokkin, Føroya framburðs- og fiskivinnuflokk, og hann hevur stillað upp á hvørjum løgtingsvali síðan, oftast fyri Miðflokkin, og nú fyri Fólkaflokkin.

Í Miðflokkinum stillar Jenis av Rana upp fyri 11. ferð.

Í Javnaðarflokkinum stillar Eyðgunn Samuelsen upp fyri 10. ferð. Í Sjálvstýri stillar Sámal Petur í Grund eisini upp fyri 10. ferð.

Í Tjóðveldi stillar Høgni Hoydal upp fyri 9. ferð. Og í Framsókn stillar Karlot Hergeirsson upp fyri 6. ferð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744