Innlitsumbøn frá Kringvarpinum skal viðgerast av nýggjum

Innlitsumbøn frá Kringvarpinum skal viðgerast av nýggjum
Kringvarpið kærdi til umboðsmannin um, at skjøl vóru hildin aftur, tá ið søkt var um innlit í málið um landsapotekaran, sum segði seg úr starvi
Hanna Vang er løgtingsins umboðsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2026 - 13:45

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Almanna- og heilsumálaráðið um at viðgera eina innlitsumbøn frá Kringvarpi Føroya umaftur.

Kringvarpið kærdi um, at skjøl vóru hildin aftur, tá ið søkt var um innlit í málið um landsapotekaran, sum segði seg úr starvi.

Víst var til, at nøkur skjøl ikki vóru fevnd av almennum innliti, tí talan var um innanhýsis skjøl.

Eftir at hava kunnað seg um málið og samskift við ráðið, var løgtingsins umboðsmaður ikki samdur. 

 

Fekk eisini onnur skjøl

Umboðsmaðurin fekk eisini eftir umbøn onnur skjøl enn tey, ið vóru skrásett í málsyvirlitinum, sum ráðið hevði latið.

Løgtingsins umboðsmaður hevur tí heitt á Almanna- og heilsumálaráðið um at umhugsa málið av nýggjum.

Løgtingsins umboðsmaður minnir á, at talan er um umbøn frá fjølmiðli, og Almanna- og heilsumálaráðið verður biðið um at lata umboðsmannin frætta, hvørja niðurstøðu ráðið kemur til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928