Góðar 100 mió. kr eftir til farstøðina

Góðar 100 mió. kr eftir til farstøðina
Tilboðini eru hægri, men nú verður neyðugt at skarva av verkætlanini um nýggja farstøð á flogvøllinum
Tilboðini upp á farstøðina í Vágum eru hægri enn tøki peningurin, og tí verður neyðugt at skarva av verkætlanini.

14.08.2012 - 17:36

Vága Floghavn hevur ikki fleiri enn tær 102 milliónir krónurnar at byggja farstøð fyri, og nú verður kannað, hvat fæst fyri hesa peningaupphædd.

Í gjár var nevndarfundur í partafelagnum Vága Floghavn, og nú byrja samráðingar við byggifyritøkuna Articon í eini roynd at vita, hvat felagið kann gera fyri tøku upphæddina.

- Vit hava ikki fleiri pengar, og tí mugu vit kanna, hvat vit kunnu fáa fyri tær 102 milliónirnar. Articon og ráðgevarar okkara undir Farport-samtakinum arbeiða víðari við málinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Articon hevði bíligasta tilboðið, tá tilboðini vórðu latin upp beint fyri ólavsøku. Fimm undangóðkendar byggifyritøkur vórðu bodnar at bjóða, og Articon metti seg at kunna gera arbeiðið fyri 125 milliónir krónur.

Hinar tríggjar fyritøkurnar, J&K Petersen, Búsetur og E. Phil & Søn, lógu munandi hægri, úr 153 upp í 161 milliónir krónur.

Skerja ikki fermetratalið

Jákup Sverri Kass vísir á, at tað ikki er óvanligt, at byggiharri og arbeiðstakarar samráða seg fram til ein bíligari kostnað, eftir at lisitasjónin hevur verið.

Spurdur, hvar skorið verður, staðfestir flogvallarstjórin, at talan verður ikki um at skerja fermetratalið í ætlaða terminalbygninginum. Sparingin verður helst í útreiðslunum fyri tilfar og tílíkt.

Væntandi verða næstu 14 dagaranir brúktir til hetta arbeiðið, og ætlandi er avtalan fingin í lag um mánaðarskiftið, so byggiarbeiðið kann byrja tá, sigur Jákup Sverri Kass.

Arbeiðið at gera byggiplássið klárt er annars byrjað. Farmahøllin, sum stendur á økinum, har nýggja farstøðin skal verða, verður nú tikin niður. Vága Floghavn hevur latið høllina til Vága Bjargingarfelag, sum fer at seta hana uppaftur á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs kommunu skamt frá flogvøllinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945