Munur á bátum

Munur á bátum
Munur skal gerast á træbátum og øðrum bátum í Havn
Træbátar skal hava frammíhjárætt í Álaker. (Savnsmynd)
 
19.03.2026 - 07:00


Munur skal gerast á træbátum og øðrum bátum í Havn.

Tórshavnar býráð skal í dag taka støðu til eitt uppskot hjá bátaumsjónarmanninum um raksturin á bátaplássinum í Álakeri. 

Tað er vorðið ov trongt á bátaøkinum á landi, serliga í Álakeri. 

Nakrir bátaeigarar hava bíðað í tríggjar mánaðir at sleppa upp. 

Nógvir bátar eru langt síðani lidnir á landi, men menn tíma ikki at koyra bátin á sjógv, fyrr enn veðrið batnar, stendur í dagsskránni hjá býráðnum.

Taka undir við uppskotinum

Uppskotið hjá bátaumsjónarmanninum er at broyta reglugerðina, so møguleikin at standa ókeypis á økinum frá 1. desember til 30. mars bara verður galdandi fyri føroyskar bátar úr timbri og aðrar bátar úr timbri. 

Tað er ikki eins leingi at viðlíkahalda bátar úr plasti sum træbátar, verður sagt. 

Tá ásetingin um, at bátar kunna standa ókeypis uppi á landi frá 1. desember til 30. mars, kom, var serliga hugsað um føroyskar bátar, sum skuldu skifta seym og borð.

Stjórin í Tórshavnar havn mælir til at taka undir við uppskotinum, og tað gera havnarnevndin og fíggjarnevndin hjá býráðnum eisini.

Býráðið skal viðgera málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011