Brævið til fíggjarnevndina kom óvart á SSL-stjóran

Brævið til fíggjarnevndina kom óvart á SSL-stjóran
Bogi Mortensen skilir ikki, hví hansara egni fíggjarleiðari hevur vent sær beinleiðis til fíggjarnevndina
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, varð skelkaður, tá hann frætti um brævið, sum fíggjarleiðarin hevur sent fíggjarnevndini
 
18.12.2013 - 15:51

Tíðindini um, at fíggjarleiðarin á Strandferðsluni í síðstu viku sendi bræv til limirnar í Løgtingsins fíggjarnevnd, kom eftir øllum at døma sera óvart á Boga Mortensen, stjóra á Strandferðsluni, og hvøkkurin er beinleiðis orsøkin til, at hann nú er vorðin sjúkrameldaður.

Tað kemur fram í telefonnotati, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur skrivað.

Mánadagin fyrrapart, eftir at landsstýrismaðurin hevur frætt frá formanninum í fíggjarnevndini, partamanninum Bárði Nielsen, og Rodmundi Nielsen, limi í fíggjarnevndini, at fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, hevur sent bræv til fíggjarnevndina, har hann ákærir landsstýrismannin fyri millum annað at hava dult upplýsingar fyri Fíggjarnevndini, skrivar landsstýrismaðurin teldupost til Boga Mortensen, stjóra, at vita, hvat hetta snúði seg um.

Nakað aftan á fekk eg umvegis telefon fatur á Boga Mortensen, sum var sera illa við av hesum skrivi og ókunnugur um skrivið", skrivar Johan Dahl í telefonnotatinum.

Gott samstarv við VMR

Víðari greiðir landsstýrismaðurin frá, at stjórin á Strandferðsluni helt, at samstarvið millum seg og Vinnumálaráðið var gott, og tí skilti hann ikki, hví hansara egni fíggjarleiðari hevði vent sær beinleiðis til Fíggjarnevndina.

“Hann var nærmast í sjokk av hesum, og segði seg vera illa fyri og mátti til lækna”, greiðir Johan Dahl frá.

Sjúkrameldaður

Dagin eftir vendir Bogi Mortensen sær aftur til Johan Dahl og sigur, at hann er sjúkrameldaður í nakrar vikur. Somuleiðis greiðir Bogi Mortensen frá, at hann hevur prátað við fíggjarleiðaran, sum einans hevur sagt við seg, at hann av sínum eintingum fór aftur um bakið á stjóranum, og hevði sent skrivið til fíggjarnevndina.

Eftir telefonsamrøðuna tekur landsstýrismaðurin í vinnumálum avgerð um at seta Hans Johannes á Brúgv sum fyribils stjóra á Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797