- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin Pelagic avskipar fyrsta makrelin

Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur avskipað fyrstu lastina av makreli.

Í gjár kom farmaskipið Green Lofoten á Tvøroyri eftir 500 tonsum, og í dag kemur eitt systirskip eftir 2500 tonsum, skrivar Dimmalætting.

Ein av stóru marknaðunum fyri makrel er Nigeria.

Green Lofoten skal eisini hava 2000 tons frá russiskum skipum, áðrenn hann fer úr Føroyum, meðan systirskipið, sum kom í morgun, tekur øll 2500 tonsini umborð á Tvøroyri, skrivar Dimmalætting.

Fyri viku síðani kom verulig gongd á nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum hevur tikið ímóti fleiri lastum.