Vinnuhúsið mælir til at byggja smærri búeindir

Vinnuhúsið mælir til at byggja smærri búeindir
Men smáar íbúðir kosta meira fyri fermeturin enn tær stóru. Smáar íbúðir í Havn verða í hesum døgum seldar fyri tað sama, sum eini sethús í Havn kostaðu fyri stuttum
Vinnuhúsið mælir til at byggja smærri búeindir. (Savnsmynd)
 
24.03.2026 - 14:46

Tað skal vera eitt krav frá kommununi at gera smærri búeindir, tá tey gera útstykkingar til íbúðarøkir.

Tað heldur Vinnuhúsið, sum hevur almannakunngjørt uppskot um loysnir í sambandi við bústaðartrotið.

Hoyr samrøðubrot við Nielsi Winther, stjóra í Vinnuhúsinum: 

 

24062026_Niels_Winher

 


Niels Winther.

 

Men ein lítil íbúð kostar meira fyri fermeturin, enn ein stór íbúð. Smáar íbúðir í Havn verða í hesum døgum seldar fyri tað sama, sum eini sethús í Havn kostaðu fyri stuttum. Her er eitt dømi:

64 túsund og 393 krónur fermeturin. 

Tað er seinasta boðið uppá eina íbúð úti á Fløtum í Havn, sum er 66 fermetrar. 

Íbúðin er sett til sølu fyri 3,595 milliónir krónur, men seinasta boðið, sum gongur út hósdagin, er komið uppá 4,24 milliónir krónur.

 


Íbúðir á Fløtum í Havn. (Mynd: Tórshavnar býráð)

 

Fermeturprísurin fyri smáar íbúðir er hægri enn fyri stórar íbúðir. Hyggja vit at, hvat íbúðin uppá 66 fermetrar úti áf Fløtum er sett til sølu fyri, so stóð hon upprunaliga  54.469 krónur fermeturin.

Í sama øki - í Stóragerði í Vesturbýnum - standa eini raðhús, sum eru 152 fermetrar, til sølu við prísuppskotinum 5,895 milliónir. Fermetraprísurin í hesum førinum er  38.782 krónur.

Sum seljari hevur tú ein nógv størri keyparaskara til minnu íbúðina, og tað er tí ein minni váði hjá byggiharranum. 

Bygg meira og minni. Tað eru ráðini, sum vit hoyra í hesum døgum frá vinnuhúsinum og bankum, nú prísirnir hækka, og alsamt fleiri als ikki hava møguleika  at koma  á húsamarknaðin. 

Tað eru fleiri, sum hava ráð til eina lítla íbúð, og tí er ein størri keyparaskari til eina lítla íbúð, og minni váði fyri byggiharran. 

 


Hans Ellefsen.

 

Hyggja at øðrum viðurskiftum fyrst

Men loysir tað trupulleikan við bústaðarmarknaðinum at byggja minni? 

Sambært Hansi Ellefsen, búskaparfrøðingi, mugu vit hyggja at øðrum viðurskiftum fyrstæ

Tað segði hann í sendingini !Undir egið borð," sum var send í sjónvarpinum 19. mars:

 

24032026_Hans_Ellefsen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985