Ítøkiligar samráðingar millum ABC-flokkarnar

Ítøkiligar samráðingar millum ABC-flokkarnar
Tað er líkt til, at tað verður ein ABC-samgonga tey komandi fýra árini. Beinir Johannesen fer í ítøkiligar samráðingar við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í morgin
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur nú tosað við allar flokkar, og hevur givið Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum boð um at koma til ítøkiligar samráðingar í morgin, mánadagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.03.2026 - 15:22

Tað bendir á, at tað verður ein ABC-samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin tey komandi fýra árini. Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, hevur havt fund við allar flokkar, og fer í morgin í ítøkiligar samráðingar við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Hóast ósemja hevur verið um tjóðarsemjuna, tí Sambandsflokkurin hevur verið uttanfyri hesa semju, so metir formaðurin í Fólkaflokkinum, at flokkarnir kunnu finna eina felags loysn viðvíkjandi hesum spurningi.

Beinir Johannesen leggur eisini dent á, at tað hevur týdning at gera eina samgongu millum tríggjar teir størstu flokkarnar, tí hann metir, at Føroyar hava brúk fyri tryggari stýring komandi árini - við teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman.

Hoyr innslag her:

Beinir_Johannesen_kl_14

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514