Samráðingarnevndirnar verða nú víðkaðar

Samráðingarnevndirnar verða nú víðkaðar
Á fundinum fyrrapartin tosaðu formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum um, hvussu landsstýrissamráðingarnar skulu skipast
Teir tríggir floksformenninir á samráðingarfundi fyrrapartin. Nú verður farið at orðað eitt samgonguskjal.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2026 - 13:26

Seinnapartin verða fleiri umboð fyri flokkarnar, sum eru farnir undir samráðingar um at skipa landsstýri, við í samráðingunum.

Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum er samráðingarleiðari. 

Samgonguskjal verður orðað við politikkinum hjá teimum trimum flokkunum. 

Á fundinum fyrrapartin tosaðu formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum um, hvussu samráðingarnar skulu skipast.

Ongar samráðingar vera á páskum.

Beinir Johannesen hevur freist til fríggjadagin 10. apríl at skipa samgongu.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Jákupsson gjørdi við Beinir Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

30032026_Beinir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595