Søguligur sigur gevur almennan frídag í Kongo

Søguligur sigur gevur almennan frídag í Kongo
Fyri fyrstu ferð í 52 ár er Demokratiska Lýðveldið Kongo í einum HM-endaspælið, og myndugleikarnir hava valt at geva fólkinum frí í dag - fyri 52 árum síðan var støðan øðrvísi
 
01.04.2026 - 19:10

Myndugleikarnir í demokratiska lýðveldinum Kongo hava lýst dagin í dag sum almennan frídag, eftir at fótbóltslandsliðið hevði spælt seg víðari til HM fyri fyrstu ferð í 52 ár. 

Le Leopards, sum landsliðið verður rópt, vann úrtøkudystin móti Jamaika 1 - 0, tá ið Axel Tuanszebe í longdu leiktíðini skoraði avgerandi málið.

Arbeiðs- og vinnumálaráðið í Demokratiska lýðveldinum Kongo avgjørdi tí, at afturfyri søguliga úrslitið, kundi tjóðin fáa frí í ein dag at hátíðarhalda samleika, eldhuga og tjóðarstoltleika.

Mið-afrikanska landið hevur bert eina ferð áður spælt seg víðari til HM, - tað var í 1974, tá æt landið Sair.

Forsetin hótti landsliðið
Í HM-endaspælinum í 1974 spældi Sair (nú Demokratiska Lýðveldið Kongo) tríggjar dystir, sum allir endaðu við tapi: 0-2 fyri Skotlandi, 0-9 fyri Jugoslavia og 0-3 fyri Brasilia.

Men tann síðsti dysturin - dysturin móti Brasilia - gjørdist serligur.

Undan dystinum hevði forsetin ella einaræðisharrin, Mobutu Sese Seko, hótt spælararnar: Taptu teir 0-4 ella meira, so sluppu teir ikki heim aftur.

Stutt undan leiklok var Brasilia á odda 3-0, men fekk tá eitt fríspark beint uttanfyri brotsteiginum hjá Sair, og tá hendi ein av mest kendu løtunum í HM-søguni. Dómarin bríkslar at Brasilia skal skjóta frísparkið, men ístaðin var tað verjuspælarin Mwepu Ilunga hjá Sair, sum rann fram og sparkaði bóltin burtur, áðrenn frísparkið yvirhøvur varð tikið.

Í mong ár varð hetta tulkað sum fávitska. Men veruleikin var, at hann gjørdi tað við vilja – fyri at vinna tíð og órógva mótstøðuliðið, tí óttin fyri avleiðingunum var stórur.

Brasil vann 3-0, og Sair slapp undan størri tapi – og spælararnir sluppu harvið heim til síni kæru.

Frísparksstøðan sæst her:

https://youtu.be/XeMILGMJTb8?si=POYUePXoCWiphJqC

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483