Eingin stóruppgerð í steypakappingini

Eingin stóruppgerð í steypakappingini
Tey stóru feløgini sluppu undan hvørjum øðrum í 1. umfari av steypakappingini við monnum, men lagt er upp til havnaruppgerð í fjórðingsfinalunum
Mads Boe Mikkelsen og KÍ vunnu steypakappingina í fjør, og fingu gott lutakast í ár. Klaksvíkingar byrja við ÍF á heimavølli
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.04.2026 - 22:00

Tey stóru sluppu undan hvørjum øðrum í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið við monnum.

Tað er greitt eftir lutakastið í kvøld, sum var á Rás1 í Televarpinum.

KÍ vann steypakappingina í fjør, og klaksvíkingar taka ímóti ÍF við Djúpumýrar, tá teir fara undir verjuna av Løgmanssteypinum.

Tapandi finalisturin í fjør Víkingur er eisini á heimavølli, har AB kemur á vitjan. B36 vitjar hjá FC Suðuroy, HB er vertur fyri B71 og NSÍ skal á vitjan hjá EB/Streymi við Margáir. 

Drigið var eisini um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum, og har lagaði tað seg soleiðis, at um B36 og HB spæla seg víðari, bresta stóru havnarfeløgini saman.

 

Løgmanssteypið, menn, fyrsta umfar

15. og 16. apríl

FC Suðuroy – B36
FC Hoyvík – TB
Víkingur – AB
KÍ – ÍF
EB/Streymur – NSÍ
HB – B71
B68 – MB
07 Vestur – Skála

Fjórðingsfinalurnar

HB/B71 – FC Suðuroy/B36
Víkingur/AB – FC Hoyvík/TB
B68/MB – KÍ/ÍF
07 Vestur/Skála – EB/Streymur/NSÍ

 

Hjá kvinnum eru bert sjey lið við í steypakappingini, og HB var drigið beinleiðis í hálvfinaluna, meðan fjórðingsfinalurnar sóu soleiðis út.

Skála - KÍ
B36 - 07 Vestur
NSÍ - Víkingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938