Ósemjurnar vera viðgjørdar í dag

Ósemjurnar vera viðgjørdar í dag
Nú eru tey truplu málini og ósemjurnar á samráðingarborðinum. Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, er framvegis jaligur at fáa loyst knútarnar
Beinir Johannesen, samráðingarleiðari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2026 - 13:22

Samgongusamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin vórðu tiknar uppaftur í morgun klokkan hálgun ellivu í morgun í skrivstovubygninginum hjá løgtinginum.

Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, er framvegis tættur sum tunnan, og vil ikki geva stórvegis innlit í, hvat hesir tríggir flokkarnir eru samdir um, ella hvar ósemjurnar eru. 

Hann sigur tó, at skattamál er eitt av tí, sum verður viðgjørt í dag, og at tað, sum flokkarnir eru ósamdir um, verður viðgjørt.

Tá ið hann verður spurdur um at seta fleiri orð á, hvar skógvurin trýstir, sigur hann:

- Noy!

Beinir Johannesen sigur, at nýskipanir eru ein partur av samráðingunum.  

Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg vóna, at eitt útkast av samgonguskjalinum verður klárt í kvøld, ella í hvussu so er, at tá fer at líða væl, sigur hann.

 

Fram til 10. apríl

Beinir Johannesen hevur til fríggjadagin at skipa nýggja samgongu. Er hann ikki klárur tá, so má hann fáa nýggja heimild frá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu.

Tríggir arbeiðsdagar eru í næstu viku fyri fríggjadagin.

 

Hoyr samrøðu við Beinir Johannesen í tíðindunum á døgurða

 

1804737

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938