Vápnahvíld í Miðeystri

Vápnahvíld í Miðeystri
Amerikanski forsetin sigur, at USA fer at gevast við álopunum á Iran í 14 dagar, um Iran letur upp Hormuzsundið
Donald Trump, forseti, sigur, USA og Iran eru vorðin samd um flestu punktini, sum ósemja var um í eini ætlan í 10 punktum.
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.04.2026 - 08:06

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í nátt, at uppskotið hjá Iran um vápnahvíld er eitt brúkiligt útgangsstøði fyri samráðingum, og hann sigur, at hann fer at steðga álopum á Iran í tvær vikur.

Og minni enn tveir tímar seinni lækkaði prísurin á olju niður í góðar 93 dollarar fyri tunnuna. 

Trump sigur, at hann fer at steðga álopunum í tvær vikur, um Iran letur upp Hormuzsundið. 

Hann segði í gjárkvøldið okkara tíð, at USA og Iran eru vorðin samd um flestu punktini, sum ósemja var um í eini ætlan í 10 punktum.

Trump sigur, at hann hevur tosað við leiðarar í Pakistan, sum hava staðið á odda fyri samráðingunum millum Washington og Teheran. 

- Við støði í samrøðu við forsætisráðharran Shehbaz Sharif og semingsmannin Asim Munir úr Pakistan, har teir bóðu um at halda aftur oyðileggjandi kreftunum, sum skuldu sendast til Iran í gjárkvøldið, og av tí at Iran játtaði eina fullkomna og  trygga upplating av Hormuzsundinum alt fyri eitt, havi eg játtað at steðga bumbingum og álopum á Iran í tvær vikur, skrivar Trump á sosialum miðlum.

 


Trump skrivar á sosialum miðlum, at vápnahvíldin er ein sigur.

 

Hevur rokkið málinum 

Sambært Trump er talan um tvílanda vápnahvíld.

Hann sigur eisini, at USA hevur rokkið øllum sínum hernaðarligu málum við krígnum, og meira aftrat.

Í gjár hótti hann við, at ein heil tjóð fór at doyggja, um ikki Iran læt upp Hormuzsundið klokkan eitt í nátt okkara tíð.

Ísrael og Iran hava eisini góðtikið uppskotið um fyribils vápnahvíld, skriva CNN og Reuters.

Amerikanska verjumálaráðið heldur tíðindafund kl. eitt í dag okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650