Nýskipanarnevndin heldur fram

Nýskipanarnevndin heldur fram
Nýggja samgongan hevur eisini sjálv ætlanir um nýskipanir, sigur Beinir Johannesen, sum verður nýggjur løgmaður
Nýskipanarnevndin sleppur at halda fram at ráðgeva politisku skipanini. Ben Arabo, sum var formaður, fór úr nevndini, tá hann stillaði upp til løgtingsvalið.
 
09.04.2026 - 13:13

Nýskipanarnevndin, sum Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, setti á stovn í fjør heyst, sleppur at halda fram.

Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum verður nýggjur løgmaður.

Hann sigur, at samgongan hevur eisini sjálv ætlanir um nýskipanir í valskeiðnum: 

 

09082026_Nyskipanarnevnd

 

Nýskipanarnevndin skal geva politisku skipanini hugskot, hvussu nýskipanir kunnu gerast í almenna geiranum, sum skal styrkja haldførið.

Ben Arabo var tá formaður í Nýskipanarnevndini, men hann legði frá sær, tá hann stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Hinir limirnir eru Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri, Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera, og Óluva Klettskarð, miðnámsskúlalærari.

Harumframt eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809