Gevur tú onkrum eina bók í jólagávu? Pakka hana inn... í eina bók

Gevur tú onkrum eina bók í jólagávu? Pakka hana inn... í eina bók
Gevur tú eina bók í jólagávu í ár? So les víðari um, hvussu tú pakkar hana vakurt inn - í eina bók.
20.12.2013 - 21:45

Gevur tú eina bók í jólagávu í ár? So les víðari um, hvussu tú pakkar hana vakurt inn.

 

1. Finn eina gamla bók, sum bókasavnið hevur sett úr gildi.

Ofta hava bókasøvn bøkur, sum eingin lænir longur, og sum tey sleppa sær av við. Ert tú í Keypmannahavn ella øðrum lestarbýum er smart at fara á bókasøvnini hjá universitetunum, tí tey ofta hava bøkur, hvørs innihald er so útgingið, at næmingar ikki kunnu nýta tær longur.

 

 

2.Syrg fyri, at perman á hesari bókini er størri enn tann bókin, tú gevur í gávu.

 

3. Sker síðurnar úr, so perman verður leys.

 

4. Tak nakrar av síðunum og pakka tína gávu inn í pappírið.

 

5. Klistra innpakkaðu gávuna fasta í gomlu permuna.

 

6. Bind eitt band um bókina og koyr gávumerki á.

 

Fá meira íblástur her til, hvussu tú kanst pakka hinar gávurnar hjá tær inn.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.