Amerikansk sendinevnd til Pakistan at samráðast við Iran

Amerikansk sendinevnd til Pakistan at samráðast við Iran
Í løtuni er ógreitt, um Iran er sinnað at taka samráðingarnar við USA uppaftur
J.D.Vance, varaforseti, fer aftur at standa á odda fyri amerikansku sendinevndini, sum skal samráðast um eina avtalu millum USA og Iran.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.04.2026 - 08:44

USA fer í dag at senda sendinevnd til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad, til enn eitt umfar av friðarsamráðingunum.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár, skrivar France24. 

Hvítu Húsini boðaðu seinni frá, at varaforsetin, J.D. Vance, aftur skal standa á odda fyri amerikansku sendinevndini.

Men framvegis er ógreitt, um Iran eisini fer at senda eina sendinevnd. 

 

Ógreitt um Iran kemur til samráðingar

Í gjár ljóðaði, at landið hevur "ongar ætlanir í løtuni" um at vera við í næsta umfarinum. Iran hevur tó ikki fullkomiliga sýtt fyri at møta.

Fyrsta umfar av friðarsamráðingunum í Islamabad slitnaði náttina til 12. apríl, eftir at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, uttan úrslit hevði roynt at samráðast um avtalu við iransku sendinevndina. Tá vóru partarnir ósamdir um, hví samráðingarnar slitnaðu.

Vápnahvíldin millum USA og Iran endar mikukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815