Skúlaheimið er í ringum standi

Skúlaheimið er í ringum standi
Meðan leiðslan á Glasi sparir, rópa næmingar varskó, tí um ábøtur ikki verða gjørdar, kann tað enda við, at búfólkið rýmir
23.04.2026 - 19:23

Lekar, gjóstur og ótøtt vindeygu.

Eingin ivi er um, at Skúlaheimið í Havn treingir til ábøtur.

Men meðan leiðslan á Glasi sparir, rópa næmingar varskó.

 

Sparingar á skúlaheiminum

Tað var um ársskiftið, at leiðslan á Glasi, sum varðir av skúlaheiminum, boðaði búfólki frá sparingum.

Umsjónarfólkið bleiv spart burtur, reglugerðin herd, atgongdin til felagsrúmið avmarkað og leigan endurskoðað.

 

Eingir pengar til ábøtur

Meðan leiðslan á Glasi sparir, eru næmingar óttafullir um standin á bygninginum. 

Vindeygu gýsa, fýsa og leka, og hóast næmingar hava gjørt vart við støðuna, verður lítið gjørt. 

Nú finnast næmingar at leiðsluni. Tí um Skúlaheimið ikki verður raðfest nú, byrja fleiri næmingar at flyta.

 

Umstøðurnar skulu kannast

Landstýrismaðurin hevur í dag givið boð um, at eitt greiningararbeiði skal gerast av umstøðunum á Skúlaheiminum.

Júst, hvat liggur í tí, má tíðin vísa.

Til eitt úrslit er komið, verður leigan ikki hækkað, boðar landsstýrismaðurin frá.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458