Magyar fer at hitta Zelensky

Magyar fer at hitta Zelensky
Nýggi forsætisráðharrin í Ungarn sigur, at farast skal undir nýggja byrjan í viðurskiftunum millum Ungarn og Ukraina
Péter Magyar verður nýggjur forsætisráðharri í Ungarn.
Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.04.2026 - 08:02

Komandi forsætisráðharrin í Ungarn, Péter Magyar, sigur, at hann tekur stig til at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, í juni, so farast kann undir eina nýggja byrjan.

Fráboðanin gevur ábending um ein annan tóna enn tann hjá fráfarandi forsætisráðharranum, Viktor Orban, móti Zelensky og Ukraina.

Magyar sigur seg vilja byrja nýggjan kapittul í viðurskiftunum millum londini bæði.

Magyar fer at umrøða rættindini hjá etniskum ungarum í Ukraina. Hetta hevur verið stríðsmál millum londini leingi.

Fundurin verður tíðliga í juni í ukrainska býnum Berehove, nærindis ungarska markinum, og sum Magyar sigur hevur súmbolskt virði, tí ungarar eru í meiriluta í býnum.

Fráboðanin á sosialu miðlunum kom eftir ein fund við borgarstjóran í Berehove.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391