Víkingaskipið skal nú smíðast á Drelnesi

Víkingaskipið skal nú smíðast á Drelnesi
Ætlanin um at smíða skipið í Hovi er slept. Verkætlanin verður mett at kosta 30-40 mió. kr.
Ætlanin at smíða víkingaskip verður nú flutt úr Hovi norður á Drelnes. (Savnsmynd)
 
30.04.2026 - 11:19

Víkingaskipið, sum skuldi smíðast í Hovi, verður í staðin smíðað á Drelnesi, skamt frá mentanarhúsinum Salti.

Tað sigur Annika Hvanngarð, nevndarlimur í felagnum Víkingaskip.

Ætlanin hjá felagnum Víkingaskip at smíða víkingaskip hevur nógv ár á baki. Felagið var stovnað fyri meira enn 10 árum síðani, og upprunaætlanin var at smíða víkingaskipið í Hovi, men tað læt seg ikki gera, og nú verður tað Drelnesi.

Ætlanin er at smíða eitt víkingaskip á staðnum við norska Gokstadskipinum sum fyrimynd.

Gokstadskipið var funnið í Noregi í 1880, og er 23,8 metrar til longdar. Eisini fara neyst og skáli at verða bygd, eins og ein smiðja má útvegast.

Hetta skal byggjast nærindis Krambatanga, har Smyril leggur at.

Annika Hvanngarð var gestur í Radio Salt í gjárkvøldið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30042026_Vikingahus

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233