Fer at royna at samstarva við Trump

Fer at royna at samstarva við Trump
Týski kanslarin sigur, at tað kom ikki óvart á, amerikanski forsetin hevur avgjørt at taka hermenn heim úr USA
Viðurskiftini millum týska kanslaran og amerikanska forsetan er kaldlig í løtuni, men Friedrich Merz sigur, at hann fer at royna at samstarva við Donal Trump.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.05.2026 - 08:02

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at gevast við transatlantiska samstarvinum, og fer framhaldandi at royna at samstarva við Donald Trump, forseta.

Tvídráttur hevur verið teirra millum seinastu tíðina, eftir at Merz segði, at USA var eyðmýkt í friðarsamráðingunum við Iran. 

Trump svaraði aftur við at skuldseta Merz fyri at vera ein vánaligur kanslari. 

Um vikuskiftið boðaði USA eisini frá, at USA tekur 5.000 hermenn heim úr Týsklandi.

Í samrøðu við kringvarpið ARD í gjár tók Merz broddin av støðuni.

 

Einki nýtt

- Kanska er ov nógv gjørt av, men einki nýtt, segði týski stjórnarleiðarin, sum heldur, at brádliga minkingin hjá USA í hernaðarligu nærveruni hvørki kom óvart á ella kundi metast sum hevndargerð. 

Hann staðfesti eisini, at uppsetingin av langtrøkkandi amerikanskum Tomahawk-rakettum í Týsklandi er fyribils útsett, men tað lýsir hann eisini sum ódramatiskt.

- Amerikanarar sjálvir hava brúk fyri øllum.Tað er næstan eingin møguleiki fyri, at USA letur frá sær hetta slagið av vápnum.

Samstundis vissar Merz ARD um, at hann framhaldandi fer at samstarva við sameinda stórveldið hinumegin Atlantshavið.

- Eg gevist ikki við at arbeiða við transatlantiska sambandinum. Eg gevist heldur ikki við at samstarva við Trump, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817