Starmer: Bretland í samráðingar við ES um at stuðla láni til Ukraina

Starmer: Bretland í samráðingar við ES um at stuðla láni til Ukraina
Keir Starmer, forsætisráðharri, sigur við bretska kringvarpið BBC, at eitt bretskt íkast til láni til Ukraina hevði verið "sera gott" fyri viðurskiftini millum ES og Bretland
Keir Starmer, bretskur forsætismálaráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.05.2026 - 10:27

- Bretland er í samráðingum við ES um møguleikan at stuðla láninum uppá 90 milliardir evrur til Ukraina, sigur Keir Starmer, forsætisráðharri.

Starmer sigur við bretska kringvarpið BBC, at eitt bretskt íkast hevði verið "sera gott" fyri viðurskiftini millum ES og Bretland. 

Hann vónar eisini, at nakað av peninginum verður nýttur til at keypa bretsk vápn, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Toppfundur í ES

Í gjár umrøddi hann málið við forkvinnuna í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, í sambandi við toppfundin í Evropiska politiska felagsskapinum, EPF, í armenska høvuðsstaðnum Jerevan, boðar ES-nevndin frá í tíðindaskrivi.

- Vit eru samd um, at hetta verður stórt framstig í verjuvinnuligu viðurskiftunum millum ES og Bretland, stendur í fráboðanini.

Starmer segði, at bretska luttøkan fer at gagna bæði Ukraina og Bretlandi.

- Tað er sera gott fyri Ukraina, tí tað fer at geva Ukraina førleikar, sum landið hevur harðliga brúk fyri í fimta árinum av krígnum. Tað er sera gott fyri Bretland, tí hesir førleikar føra til arbeiðspláss her, sigur hann.

ES játtaði risalánið í síðsta mánaði, eftir at Ungarn setti veto-rættin úr gildi. 

Tveir triðingar av peninginum skulu brúkast til hernaðarlig endamál og til at styrkja stríðið hjá Ukraina móti russisku herdeildunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558