Géza móti Gary Neville og teimum

Géza móti Gary Neville og teimum
Grimsby Town og Géza Dávid Turi skulu møta Salford City í uppflytingarspælinum í League Two í Onglandi. Eigararnir av Salford City eru kendir menn
Géza Dávid Turi í dysti fyri Grimsby Town
Mynd: Grimsby Town  
 
05.05.2026 - 11:55

Um vikuskiftið bleiv punktum sett fyri landskappingina í League Two í Onglandi, sum er fjórðbesta deildin. Bromley vann deildina og flytur upp saman við MK Dons, ið bleiv nummar tvey. Síðani spæla fýra lið um seinasta uppflytingarplássið.

Eitt av teimum er Grimsby Town FC, sum hevur 24 ára gamla Géza Dávid Turi í hópinum. Føroyski landsliðsspælarin hevur havt fast pláss á miðvøllinum síðani í vetur. Hann var eisini á vøllinum, tá Grimsby Town spældi 1-1 móti Tranmere Rovers í seinsta dystinum.

 

Samandráttur frá dystinum millum Tranmere Rovers og Grimsby Town (youtube)

 

Við javnleikinum bleiv Grimsby Town nummar sjey í League Two. Tað merkir, at liðið skal spæla  tvær hálvfinalur móti nummar fýra í landskappingini. Tað bleiv Salford City. Hóast Salford City endaði frammanfyri Notts County og Chesterfield, sum endaðu á ávikavist fimta og sætta plássi, so passar hetta gøtumanninum væl.

 - Salford er eitt lið, sum spælir bólt. Vit hava vunnið móti teimum í landskappingini tvær ferðir í ár. Eg vil helst sleppa undan Chester field, tí teir spæla við nógvari ferð og nógvum tvídystum, segði Géza Dávid Turi undan seinasta umfarinum.

Salford City er blivið eitt spælipláss hjá fleiri av fyrrverandi stjørnunum hjá Manchester United. Í dag eru tað Gary Neville og David Beckham, sum saman við ríkfólki eiga felagið. Nicky Butt, Paul Scholes, Phil Neville og Ryan Giggs hava allir átt í felagnum, men hava selt sín lut. Tó hava allir onkran leiklut.

 

Sjónbandabrot við David Beckham og Gary Neville í Salford City (youtube)

 

Fyrra hálvfinalan verður 10. mei á Blundell Park leikvølliunum í Grimsby. Seinna hálvfinalan verður 15. mei á Peninsula leikvøllunum í Salford, sum liggur í økinum kring Manchester.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904