Suðuroyingar heiðraðu Pál Joensen

Suðuroyingar heiðraðu Pál Joensen
Tollaksmessudag skipaði Vágs kommuna fyri móttøku, tá Pál Joensen varð heiðraður fyri avrikini í EM í Herning og í Glasgow herfyri
Vágs kommuna skipaði Tollaksmessudag fyri móttøku fyri Páli Joensen fyri avrikini í EM og í Glasgow herfyri
Mynd: Vágs kommuna  
 
25.12.2013 - 21:35

Vágs kommuna heiðraði Tollaksmessudag svimjaran, Pál Joensen, á móttøku í VB-húsinum, skrivar Vágs kommuna á heimasíðu síni.

Móttøkan í Vági var í kjalarvørrinum á EM-kappingini í Herning fyrr í mánaðinum og í kappingini Duel in The Pool í Glasgow, ið var 20. og 21. desember.

Til EM-kappingina í Herning vann Pál Joensen silvur í 1.500 metrar frí. Í svimjikappingini í Glasgow vann Pál Joensen silvur í 800 metrar frí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442