Óegnaðir at búgva í

Óegnaðir at búgva í
Nú skulu øll, sum búgva í Eirargarði 4, 6 og 8, endurhýsast
Hesir íbúðarblokkarnir á Eirargarði eru í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at høvuðsumvæla teir.
 
12.05.2026 - 06:06

Nú skulu øll, sum búgva í Eirargarði 4, 6 og 8, endurhýsast.

Teir tríggir íbúðablokkarnir eru í so ringum standi, at ikki loysir seg at høvuðsumvæla teir. 

Tað sigur ein kanning, sum Landsbyggifelagið gjørdi fyri Landsverk.

Ráðgevingarfyritøkan Spenn hevur eisini gjørt eina meting.

Heilsu- og Orkumálaráðið og Landsverk eru farin undir trý ára tilgongd við endurhýsing.

Farið er longu undir arbeiðið at finna aðrar bústaðir, millum annað við at fyrireika nýbygging við Heygsvegin.

 

Vantandi viðlíkahald

Niðurstøðan í kanningini hjá Landsbyggifelagnum er, at slit, vantandi viðíkahald og broytt krøv gera, at bygningarnir ikki longur lúka krøvini, sum nú eru.

Í íbúðablokkunum búgva heilsustarvsfólk, eisini tey, sum koma til Føroya í styttri ella longri tíðarskeið, og fólk, sum koma til Havnar í heilsuørindum.

Arbeiði at kanna allar hinar bygningarnar á økinum er byrjað.

Og abeiðið at tryggja brunaviðurskiftini fer í gongd alt fyri eitt.

Á Eirargarði 4,6 og 8 eru 115 bústaðir, 42 kømur og 73 íbúðir. 

Tó vera vanliga bara millum 60 og 70 teirra brúkt í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598