Trump á veg til Kina

Trump á veg til Kina
Við í ferðalagnum eru stjórar í fleiri av teimum størstu fyritøkunum í USA
Amerikanska og kinesiska flaggið veittra í Kina í dag.
Mynd: Pedro Pardo/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.05.2026 - 08:23

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á veg til Kina, har hann skal hitta kinesiska leiðaran, Xi Jinping.

Og við sær á ferðini hevur hann stjórar í fleiri av teimum størstu fyritøkunum í USA.

Tað skrivar forsetin á sínum egna sosiala miðli.

Teirra millum eru Jensen Huang, sum er stjóri fyri Nvidia, Tim Cook, sum er stjóri í Apple, og Elon Musk, sum er stjóri fyri SpaceX og Tesla.

 

Lata Kina upp

- Eg fari at biðja Xi Jinping lata upp Kina upp, so hesi dugnaligu fólkini sleppa at brúka síni evni og lyfta fólkalýðveldið upp á eitt enn hægri stig, segði Donald Trump.

Umframt nevndu stjórarnar, eru eisini stjórarnir í BlackRock, Blackstone, Boeing, Cargill, Citigroup, GE Aerospace, Goldman Sachs, Micron Technology og Qualcomm við á ferðini.

Vitjanin hjá Trump í Kina byrjar í dag og endar fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164