Ráðgevarafelagið er ovfarið av fíggjarnevndini um sjúklingahotell

Ráðgevarafelagið er ovfarið av fíggjarnevndini um sjúklingahotell
Felagið harmast um innihaldið í álitinum frá fíggjarnevndini um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, ti byggivinnan er bæði áhugað at fyrireika og byggja
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er vorðið ov trongligt, og nú verður arbeitt við ætlan um nýtt sjúklingahotell.
 
13.05.2026 - 13:12

Tað kom púra óvart á ráðgevara- og byggivinnuna, tá Kringvarpið í morgun bar tíðindini úr fíggjarnevndini hjá Løgtinginum um, at føroyska byggivinnan ikki er áhugað  at fyrireika og byggja eitt sjúklingahotell í Keypmannahavn.

Tað sigur Árni Jakobsen, formaður í Rágevarafelagnum.

Løgtingið fer á fundinum fríggjadagin at hava 2. viðgerð av málinum um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, og tað er í álitinum, at fíggjarnevndin hevur skrivað hetta brotið: 

"Undir 1. viðgerð av málinum var møguleikin nevndur at lata føroyska byggivinnu sleppa við í verkætlanina. Og undir viðgerðini í nevndini hevur møguleikin eisini verið umrøddur at byggja eitt sjúklingahotell, sum føroyingar eiga og ikki leiga. Tó tykist áhugin fyri eini slíkari loysn ikki at vera stórur, hvørki hjá føroyska myndugleikanum og ei heldur hjá føroysku byggivinnuni."

Les álitið frá fíggjarnevndini her.

 


Árni Jakobsen.

 

Men tað er bara ikki rætt, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum, og tað er beinleiðis óheppið fyri vinnuna, sigur hann.

Formaðurin í Ráðgevarafelagnum harmast, at fíggjarnevndin skrivar, sum hon ger, serliga um nevndin ikki hevur samskift við vinnuna sjálva, tí slíkar uppgávur kunnu hava sera stóran týdning fyri ráðgevara- og byggivinnuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13052026_Arni_Jakobsen

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522