- Kunnu einki gera við áskoðarar, larm ella dómarar

- Kunnu einki gera við áskoðarar, larm ella dómarar
Føroysku hondbóltsmenninir savna seg um egið avrik og lata áskoðarar, larm og dómarar liggja í røkkstøkk-dystinum ímóti Bosnia Hersegovina um HM-pláss í Tuzla í kvøld
Rói Ellefsen á Skipagøtu er ein av teimum, sum kann vænta sær fleiri minuttir enn vanligt, nú Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur
Mynd: Cornelius Poppe/NTB/RitzauScanpix  
 
14.05.2026 - 14:01

Eini 3000 áskoðarar fara at skrála á Bosnia Hersegovina og ímóti Føroyum, tá røkkstøkk-dystur um pláss í HM-endaspælinum verður í Tuzla í kvøld.

Júst tað fara føroysku hondbóltsmenninir at leggja frá sær og heldur savna seg um egið avrik ímóti Balkan-tjóðini, segði hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen, júst sum føroyski hópurin var gongutúr í býnum, sum liggur í landnyrðingshorninum av landinum.

 - Vit hava fokus á, hvat vit kunnu ávirka. Vit kunnu einki gera við áskoðarar, larm og dómarar, men vit kunnu ávirka egið avrik, segði Hjalti Mohr Jacobsen.

Greitt er, at Føroyar skulu spæla uttan spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, og Ísak Vedelsbøl, sum báðir eru skaddir.

 - Tað ávirkar í tann mun, at tað eru aðrir, sum fáa teir minuttirnar, sum Elias annars hevði spælt, segði hjálparvenjarin. Talan er serliga um Paula Mittún, Róa Ellefsen á Skipagøtu og Bjarna í Selvindi og kanska Trónd Mikkelsen, sum annars spælir mest í verjuni.

Føroyar komu úr hægri styrkisbólki enn Bosnia Hersegovina, og eru sambært veddingarfyritøkum greiður favorittur, men tað hugsa venjarar og spælarar ikki um yvirhøvur.

 - Vit leggja ikki so nógv í odds, men vit vita, at tað kann skjótt blíva ein fysiskur og mentalur dystur, tí vit koma undir stórt trýst í kvøld, segði Hjalti Mohr Jacobsen.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísir dystin millum Bosnia Hersegovina og Føroyar. Byrjað verður at senda klokkan 18.30.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373