Jeff Landry er komin til Nuuk

Jeff Landry er komin til Nuuk
Serligi sendmaðurin hjá Trump, forseta, sigur, at hann er komin til Grønlands at styrkja viðurskiftini millum Grønland og USA
Jeff Landry er komin til Nuuk. Hann verður hjástaddur, tá USA letur nýtt konsulát upp í grønlendska høvuðsstaðnum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
18.05.2026 - 08:05

Serliga amerikanska sendifólkið, Jeff Landry, kom í gjár til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk. 

Trump tilnevndi í fjør Landry serligan sendimann fyri Grønland. 

Hann er í løtuni guvernørur í Louisiana, og hevur áður stuðlað málinum hjá Trump um at leggja Grønland undir USA.

Ætlanirnar eru vrakaðar av bæði grønlendskum og donskum myndugleikum, sum fleiri ferðir hava sagt, at Grønland ikki er til sølu.

Sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq, vórðu Landry og fylgi hansara heintað av fimm privatbilum á flogbreytini í Nuuk, og hann fór av flogvøllinum uttan at fara um farstøðina.

 

Fáa vinir

Danska kringvarpið fekk tó eina stutta viðmerking frá Landry, tá hann kom í miðbýin í Nuuk. 

Tá hann varð spurdur, um hann hevði nøkur boð frá Trump, svaraði hann:

- Jú, eg tosaði við hann seint í gjárkvøldið. Hann segði: Far hagar og fá nógvar vinir, so nógvar vinir sum gjørligt.

Journalisturin frá DR nevndi eisini fyri honum, at summir grønlendingar stúra fyri, hvørji ørindi hansara munnu vera - um tey framvegis eru at yvirtaka Grønland.

- Nei, eg skal bara menna sambond og hyggja, læra og lurta, og kanna, um møguleikar eru fyri at styrkja viðurskiftini millum Grønland, USA og Danmark, svaraði Jeff Landry.

 

Nýtt konsulát í Nuuk

Landry luttekur á vinnuráðstevnuni Future Greenland í morgin og mikudagin. 

Í dag kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, til Grønlands í ferðalagið hjá Landry.

Sambært amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn fara Landry og Howery at hitta fleiri grønlendingar fyri at lurta og læra, við tí endamáli at víðka um búskaparligu møguleikarnar, styrkja persónlig sambond og styrkja kunnleikan millum USA og Grønland.

Teir fara eisini at lata upp nýggja amerikanska konsulátið í Nuuk, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777