Nýggjur fóðurflaki við vitlíki

Nýggjur fóðurflaki við vitlíki
Nýggi fóðurflakin hjá Bakkafrosti, Torvgjógv, er útgjørdur við vitlíki og sjálvvirkandi skipanum, sum skal gera fóðringina bæði neyvari og meira umhvørvisvinarliga
22.05.2026 - 20:27

Bakkafrost hevur fingið ein nýggjan fóðurflaka, sum nú er komin upp á pláss á aliøkinum í Fuglafirði.

Flakin er bygdur hjá GroAqua í Póllandi, og hevur pláss fyri 700 tonsum av fóðri. Við 18 fóðurlinjum kann hann fóðra 18 aliringar samstundis.

Men hann er partur av nýggju fóðurflakunum hjá Bakkafrosti, tí hann er útgjørdur við eitt nú vitlíki.

Fóðurskipanin og stýringin eru ment hjá GroAqua á Kambsdali, og nýggja tøknin við vitlíki verður nú tikin í nýtslu fyri at gagnnýta fóðrið betur enn áður.

Á fóðurmiðstøðini við Grótrætt í Klaksvík verður hildið eyga við fóðringini.

Sambært GroAqua skal vitlíkisskipanin gera arbeiðið bæði effektivari, geva betri yvirlit og styrkja um umhvørvisligu avrikini hjá alivinnuni.

Torvgjógv er eisini fyrireikaður til landstreym, so flakin í framtíðini kann rekast meira orkusparandi og umhvørvisvinarliga.

Seinasta árið hevur GroAqua latið Bakkafrost fýra nýggjar fóðurflakar í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938