Ferðslutrygd kostar 15 milliónir

Ferðslutrygd kostar 15 milliónir
Tað er mett at kosta 15 mió. kr. at gera vegin við Streymin ferðslutryggan
Loysnin er at lata vegin fara undir høvuðsvegin.
 
29.05.2026 - 06:32

Tað er mett at kosta 15 mió. kr. at gera vegin við Streymin ferðslutryggan.

Tá fer vegurin frá Norðskála undir høvuðsvegin.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingmann.

Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt hevur verið við einari loysn síðani 2007.

Tá játtaði løgtingið pengar til at kanna, hvussu vegurin frá Norðskála kundi fara undir høvuðsvegin til Oyrarbakka. 

Arbeiðið varð boðið út. Tilboðið var 4,2 mió. kr.

Men løgtingið játtaði ikki nóg nógvar pengar til at gera arbeiðið.

Loysnin við ferðsluljósum kostar fimm milliónir krónur, sigur Jacob Vestergaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751