Rutte: NATO fer at verja Rumenia

Rutte: NATO fer at verja Rumenia
Ein russisk rakett, sum var ætlað Ukraina, rakti ein íbúðarbygning í einum rumenskum stórbýi, á markinum millum Rumenia og Ukraina
Mark Rutte, NATO-aðalskrivari.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.05.2026 - 11:04

NATO er til reiðar at verja hvønn einasta sentimetur av sínum landaøki.

Tað sigur Mark Rutte, NATO-aðalskrivari, eftir at ein russisk drona í nátt rakti ein íbúðarbygning í rumenska stórbýnum Galati undir einum álopi á Ukraina.

- Fyrilitarleysa framferðin hjá Russlandi er ein vandi fyri okkum øll. Teir halda fram at raka sivilfólk og sivila undirstøðukervið í øllum Ukraina. Og náttin í gjár vísti enn einaferð, at avleiðingarnar av teirra ólógliga álopskríggi ikki steðgar við markið, sigur Mark Rutte.

Tað var um eitt tíðina í nátt, at ein drona av slagnum Geran rakti ein íbúðarbygning í havnarbýnum Galati. Eldur kom í, tvey fólk fingu skaða, og 70 fólk vóru flutt úr bygninginum. 

 


Russiska dronan rakti henda íbúðarbygningin í Rumenia. (Mynd: Inquam Photos/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

ES økir trýstið á Russland

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sigur, ES at Russlan er farið um enn eitt mark. ES fer at økja trýstið á Russland og styrkja seg í eystara parti av Evropasamveldinum. Samstundis er 21. revsipakkin hjá ES móti Russlandi á veg.

Sambært rumenska verjumálaráðnum var dronam var partur av ógvusligum álopi á Ukraina nærhendis rumenska markinum.

Hóast talan møguliga var um eitt mistak, leggur rumenski forsetin, Nicușor Dan, dent á, at Rumenia ikki góðtekur, at russiska álopskríggið móti Ukraina rakar rumenskar borgarar.

Russiski sendiharrin í Rumenia er boðsent á fund, og tað sama er galdandi fyri russiska sendiharran í Fraklandi.

Russland hevur einki sagt um hendingina enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107