Stjórnarsamráðingarnar í Danmark komnar undir land

Stjórnarsamráðingarnar í Danmark komnar undir land
Hildið verður fram at samráðast á Marienborg í dag
Pelle Dragsted í Eindarlistanum var til stjórnasamráðingar í gjár.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
01.06.2026 - 08:07

Samráðingar um nýggja danska stjórn halda fram í dag.

TV2.dk skrivar, at samráðingarnar fara at halda fram á Marienborg seinni í dag. Tað er tó ikki greitt, hvørjir flokkar fara til samráðingar í dag, skrivar TV2.

Roknað verður við, at nýggj stjórn kemur undir land í vikuni, sigur politiski tíðindakvinnan hjá danska kringvarpinum, Christine Cordsen.

Í gjárkvøldið vóru Alternativi flokkurin og Eindarlistin til samráðingar.

Og sambært danska kringvarpinum halda samráðingarnar fram í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980