Víkingur skrivað sáttmála við Andreas Lava Olsen

Víkingur skrivað sáttmála við Andreas Lava Olsen
Víkingur hevur skrivað hálvtannað ára sáttmála við Andreas Lava Olsen
Mynd: vikingur.fo  
 
02.01.2014 - 15:51

Andreas Lava Olsen hevur síðani 2011 spælt fyri danska felagið Frem, men nú kemur hann aftur til barndómsfelagið.

Víkingur skrivar á heimasíðuni, at hálvtannað ára sáttmáli er undirskrivaður.

Andreas Lava Olsen hevur í trý ár verið burturstaddur í samband við lesna í Danmark. Útbúgvingin er liðug, og tí hevur hann valt at flyta heim aftur.

Andreas Lava Olsen hevur spælt sjey A-landsdystir, og skorað eitt mál. Tað málið kom í útidystinum móti Eysturríki í 2009, sum Føroyar taptu 1-3.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846