Felag í Borg-samtakinum ætlar at yvirtaka Sandavágs timburhandil

Felag í Borg-samtakinum ætlar at yvirtaka Sandavágs timburhandil
Partarnir meta, at kappingin millum Borg og Sandsvágs timburhandil hevur verið og er avmarkað
Borg á Glyvrum. Borg-samtakið ætlar nú at yvirtaka Sandavágs timburhandil.
Mynd: Borg  
 
03.06.2026 - 11:43

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Borg-samtakið ætlar at yvirtaka Sandavágs timburhandil.

Tað skal gerast soleiðis, at Dirvi, sum er felag í Borg-samtakinum, yvirtekur partapeningin í Sandavágs timburhandli.

Og Kovin, sum eigur Sandavágs timburhandil, selur allan felagskapitalin í Sandavágs timburhandli til Dirvi.

Partarnir meta, at kappingin millum Borg og Sandsvágs timburhandil hevur verið og er avmarkað.

Og hon broytist ikki, hóast handlarnir leggja saman.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera hjá Kappingareftirlitinum í seinasta lagi 17. juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598