Hákun fekk sigur í dysti nummar 100

Hákun fekk sigur í dysti nummar 100
Hákun West av Teigum skoraði trý mál í sínum dysti nummar 100 í Bundesliguni, tá Füchse Berlin vann á Melsungen og mestsum tryggjaði sær Champions League-pláss næsta ár
 
05.06.2026 - 22:39

Hákun West av Teigum fekk trý mál upp á fýra royndir, tá Füchse Berlin vann á Melsungen og nærum tryggjaði sær Champions League-pláss næsta ár.

Hetta var dystur nummar 100 í Bundesliguni hjá føroyska vonginum fyri høvuðsstaðarfelagið, síðan hann skifti til Týsklands í 2023 sum 20 ára gamal. 

Eftir eitt ár sum eykamaður fyri donsku legenduna Hans Lindberg, hevur Hákun West av Teigum verið fyrsta val á høgra vongi síðani. Hesa tíðina hevur Füchse Berlin vunnið bæði meistaraheitið og steypakappingina ,og í fjør rakk felagið í Champions League-finaluna, sum Magdeburg kortini vann.

LES EISINI: Ein stór byrða av herðunum

 

Loysti seg at tapa hjá Melsungen

Sigurin á Melsungen gjørdist tryggur. Dysturin endaði 39-28, men útgangsstøði hjá Melsungen undan uppgerðini var, at tað loysti seg betur at tapa enn at vinna. Teirra pláss í Champions League sum vinnari av European League er nevniliga tryggari, um Füchse Berlin endar nummar tvey og ikki Flensburg.

Füchse Berlin er tvey stig frammanfyri júst Flensburg, sum koma á vitjan í Max-Schmeling-leikhøllini í síðsta umfari sunnudagin, men Hákun West av Teigum og teir hava ein málmun, sum er meir enn 60 mál betri.

 Eftir hetta er Final Four í Champions League á skránni. Füchse Berlin skal spæla ímóti Magdeburg í aðrari hálvfinaluni, meðan Barcelona møtir Aalborg í hinari. Hálvfinalurnar eru leygardagin 13. juni, og dagin eftir er bronsudystur og finala.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906