HM-lutakast: - Tú kanst fáa sveittan fram

HM-lutakast: - Tú kanst fáa sveittan fram
Í dag verður kastað lut um, hvørjum manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti til HM-endaspælið í Týsklandi í januar. - Tað kann ganga bæði væl og illa, sigur viðmerkjari
Vilhelm Poulsen fer ígjøgnum verjuna hjá Bosnia Hersegovina, sum Føroyar vunnu á í røkkstøkk-dystunum til HM fyri kortum
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
10.06.2026 - 15:17

Í dag verður greitt, hvørjum manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti, til heimsmeistarakappingina í Týsklandi í januar.

Eisini fæst at vita, hvørjum býi Føroyar skal spæla bólkaspælið í, tá lutakast verður klokkan 17.

Góðu avrikini seinastu árini gera, at Føroyar eru í 2. styrkisbólki til lutakastið, og tað merkir, at Føroyar sleppur undan Slovenia, Norra, Serbia, Spania, Norðurmakedónia, Italia og Fraklandi.

Eisini er greitt, at Føroyar ikki endar í Stuttgart, tí longu frammanundan er avgjørt, at Italia og Frakland skulu spæla har. Tað merkir, at Føroyar spæla bólkaspæl annaðhvørt í München, Kiel ella Magdeburg. Eisini eru 10 lond plaseraði longu frammanundan.

 

Tú kanst fáa sveittan fram

Ingi Olsen heldur, at tað kann ganga bæði væl og illa ítróttaliga.

 - Tað er øgiliga spennandi. HM er ikki líka sum EM. Tú hevur nøkur lond, sum ikki eru úr Evropa, sum spæla øðrvísi, enn vit eru von við. Tá tú spælir ímóti evropeiskum liðum, líkist spælistílurin rættiliga nógv, men fert tú til Afrika ella Miðeystur, hevur tú ein heilt annan stíl, sigur Ingi Olsen.

Hann heldur, at tað hevði verið gott at sloppi undan t.d. Póllandi og Grikkalandi í styrkisbólki 3. 

Landsliðsvongurin Leivur Mortensen sigur við Portal.fo, at ynsklondini eru Týskland Kap Verde, Uruguei, meðan hann helst vil sleppa undan Danmark, Póllandi og Katar.

Lutakastið kann stroymast á youtube-síðuni hjá IHF.

 

Bólkarnir undan lutakastinum:

München
Bólkur A: Týskland
Bólkur C: Kroatia

Stuttgart
Bólkur B: Italia
Bólkur D: Frakland

Kiel
Bólkur E: Svøríki
Bólkur G: Danmark

Magdeburg
Bólkur F: Portugal
Bólkur H: Ísland
 

Styrkisbólkarnir til lutakastið

Styrkisbólkur 1: Egyptaland, Argentina (spæla eisini í Stuttgart í annaðhvørt bólki B ella D)
Styrkisbólkur 2: Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, FØROYAR, Norðurmakedonia
Styrkisbólkur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Kap Verde, Kina, USA
Styrkisbólkur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguei, Saudi Arabia, Turkaland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742