Skyldar bara triðing av álíkning

Skyldar bara triðing av álíkning
Tvøroyrar kommuna hevur framvegis eina góða fíggjarliga gongd, sigur kommunan sjálv
Tvøroyri er fíggjarliga væl fyri.
 
11.06.2026 - 07:14

Tvøroyrar kommuna hevur framvegis eina góða fíggjarliga gongd, sigur kommunan sjálv.

Býráðið á Tvøroyri hevur einmælt samtykt ársroknskapin fyri 2025.

Úrslitið gjørdist 410.000 kr. í halli.

Tað er nógv minni enn roknað var við í fíggjarætlanini fyri 2025.

Við árslok 2025 vóru ognirnar hjá kommununi 28,3 mió. kr., og tøkur peningur var 19,3 mió. kr. 

Hann var 9,1 millión krónur árið fyri.

Í sambandi við íløgurnar í 2025 lænti kommunan 14,5 mió. kr.

3,4 mió. kr. vóru afturgoldnar av verandi lánum. 

Langfreistaða skuldin var 57,1 millión krónur við árslok.

Nettoskuldin svaraði til 33 prosent av einari álíkning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655