Onnur semingsroyndin miseydnaðist eisini

Onnur semingsroyndin miseydnaðist eisini
KAF og Heilsuhjálparafelagið eru farin hvør til sítt, og Semingsstovnurin ger ikki meira
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
12.06.2026 - 08:47

Heldur ikki hesa ferð eydnaðist Semingsstovninum at fáa Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið at samráðast um nýggjan sáttmála.

Semingsroyndin byrjaði fyrrapartin í gjár, men so langt var millum partarnar, at Semingsstovnurin legði einki semingsuppskot fram.

Partarnir eru farnir hvør til sítt, og Semingsstovnurin ger ikki meira.

Fyri góðum tveimum vikum síðani havnaðu bæði KAF og Heilsuhjálparafelagið einum semingsuppskoti, og semingsroyndin í gjár bar heldur ikki á mál.

Hoyr samrøðu við Terja Sigurðsson, semingsmann:

 

12062026_Terje

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 9, tá vit eisini samrøðu við Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129